Bert sýnisgluggi
Góði kundi, tað ber ikki til at keypa á hesari síðuni. Um tú ynskir at keypa onkra smúkku ert tú vælkomin at hava beinleiðis samband við meg á tel. 593090 við at ringja, senda sms ella við at skriva á messenger.
"Bera" smúkkur av laksaskræðu
Gyltir oyralokkar
"Brá" smúkkur av neytaskinn
Hvør er Fínka ?
Eg eiti Sonja Síminardóttir og eg sniðgevi smúkkurnar hjá Fínku. Eg havi valt, at gera smúkkur úr góðum burðardyggum tilfari, sum kunnu brúkast til øll høvi. Smúkkurnar eru gjørdar úr sterling silvuri og síðani prýddar við antin laksaskræðu ella neytaskinnið.
Viðlíkahald av smúkkunum
Nógv hava spurt um smúkkurnar tola vatn ella spritt. Har er mítt svar, at tað er best um tær ikki blíva útsettar fyri ov heitum vatnið ella sprittið. Hetta er av tí, at eg ikki kann standa inni fyri, um límingin loysnar.
Av tí at tilfari er lívrunnið, blívur laksaskræðan, við handfaring, eisini myrkari.
Smúkkurnar fingið nøvn
Nú hava smúkkurnar fingið nøvn. Orsøkin er, at tað vónandi blívur nemmari, at tosað um smúkkurnar, tá ið tær hava eitt navn.
Smúkkurnar við laksaskræðu hava fingið navnið "Bera", og smúkkurnar við neytaskinn eita nú "Brá".
Hettar eru tvey nøvn, sum vit í familjuni eru von at brúka, og vit halda at tey eru nemm at minnast. Vónandi fara tit eisini, at taka væl ímóti teimum.
Smúkkur av neytaskinn
Tá ið eg byrjaðir at gera smúkkur í febuár 2017, gjørdi eg eina vørusamling við smúkkum av neytaskinn. Men eg haldi ikki, at eg dugdi nóg væl at selja vøruna. Nú royni eg so aftur, og eg haldi at fólk hava tikið væl ímóti smúkkunum. Serliga ketuoyralokkarnir eru væl umtóktir.