Keypstreytir

Prísir
Allir prísirnir er í føroyskum krónum (DKK) íroknað 25% mvg um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.
 
Bílegging
Tú bíleggur við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústaður, bygd/býur, teldupostur, telefon skulu útfyllast.
Eftir bíleggingarmóttøku er avgreiðslutíðin vanliga 2-3 yrkadagur.
Er vøran ikki á goymslu, royna vit at útvega hana innan 10 dagar.
 
Gjaldshættir
Tú kanst gjalda við teimum mest vanligu gjaldskortunum Visa/Dankort og Visa, eisini er møguligt at gjalda við PayPal. Um tú rindar við gjaldskorti, skalt tú bert tøppa inn kortnummar, endadag og eftirlitstal við bílegging av vøruni. Harvið loyvir tú finka.fo at taka upphæddina av tygara konto. Upphæddin verður ikki tikin av kontoini, fyrrenn vøran er send. 
 
Trygd við kortgjalding
Vit nýta trygdarprokollina SSL, sum loyniligger upplýsingarnar millum internet browsara (kortinnihavari) og ein internet servera (handilin). Hetta merkir, at teir upplýsingar, ið verða sendir, tá goldið er við gjaldskorti, verða vardir frá tygara teldu og til okkum.
 
Loyniliggeringin í sambandi við elektroniskan handil er PayPal. Hesin hátturin verður mettur at verða ein ógvuliga tryggur háttur at flyta pening upp á. 
 
Leveringshættir
Tú kanst velja at avheinta vøruna ella fáa hana senda við Posta.
 
Returrættur
Tú frásigur tær hervið rættin at irða keypið og vøran verður ikki endurgoldin um so er. Undantak er tó um vøran er skadd og óbrúkilig áðrenn hon er tikin í brúk. 
 
Datatrygd
Upplýsingarnir, sum tú tastar inn, verða ikki nýttir til annað endamál enn til keypið av hesari vøru.